Tað kann stundum verða trupult at fáa parkeringspláss, men eigarin av hesum bilinum hevði funnið eina pedagogiska loysn upp á málið Vit skulu øll vera her, bæði fólk og bilar. Og so verður stundum tikið til kreativar loysnir, tá bilurin skal parkerast.
Eitt av myndafólkum okkara kom fram við Vesturskúlanum seinnapartin og kundi bert staðfesta, at hendan parkeringin mátti heslt vera ein pedagogisk loysn. Men tað er heldur ikki víst, at parkeringsvørarnir koma so víða um, at hesin slapp undan einari átalu ella bót.