Pedagogforkvinnan gift

Fríggjadagin 28. desember stóð brúðarvígsla á skránni í Nólsoyar kirkju. Tað var forkvinnan í Pedagogfelagnum, Maud Wang Hansen, sum vígdist Fríðrikki Sivertsen.

Bæði foreldrini hjá Maud eru nólsoyingar, so tað var ikki so undarligt, at vígslan varð í heimbygdini.

Presturin, sum vígdi tey bæði, hevur eisini tilknýti til Nólsoy. Tað var nevniliga Anne Mette Greve Klemensen, ið vígdi Maud og Fríðrik. Anne Mette er sjálv gift nólsoyinginum, Leif Hansen.

Eftir vígsluna fór brúðarfólkið úr kirkjuni gjøgnum bygdina við einum liði av byrsumonnum fremst so sum siður er, í barnaheimið hjá pápa Maud, har ein drekkamunnur fekst.

Vígslan sjálv var klokkan 13, og tá Anne Mette hevði vígt tey bæði, sang Arina Bishoff ein solosang, og síðani sang Nólsoyar Manskór tveir sangir.

Brúðarparið fór síðani inn til Havnar við Ternuni klokkan 16.45, og so varð hildin brúðarveitsla í Havn.

Myndirnar eru tiknar í Nólsoyar kirkju undir vígsluni, og myndatakari er Sonja Hansen, dóttir Maud.