Pedagogfelagið slítur samráðingarnar

Føroya Pedagogfelag sleyt fríggjadagin samráðingarnar við Fíggjarmálaráðið um nýggjan sáttmála.

 

Jógvan Philbrow skrivar í fráboðan, at hóast samráðingarandin hevur verið góður, so er ógjørligt hjá Føroya Pedagogfelag at góðtaka krøvini frá Fíggjarmálaráðnum. Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hevur víst viljan at náa eina semju, men sambært Jógvani Philbrow kann tað sama ikki sigast um Fíggjarmálaráðið.

- Hetta máttu vit staðfesta eftir seinasta fundin við partarnar, fríggjadagin 20. november 2015, har vit næstan bert sótu við krøvunum frá Fíggjarmálaráðnum, ið minka um vunnin rættindi. Hetta vóru krøv, sum vit als ikki kundu taka undir við og vóru eingin útlit fyri, at Fíggjarmálaráðið fór at broyta áskoðan.

 

Úrslitið var, at Føroya Pedagogfelag fór frá borðinum, uttan at hava avtala nýggjan fund við partarnar.

- Kravið frá okkum er, at Fíggjarmálaráðið umhugsar sína støðu og veruliga vísir ein vilja at koma á mál - áðrenn tað hendir, er lítil meining í at halda áfram við samráðingunum, sigur Jógvan Philbrow.