Pedagogfelagið: Bjartskygd um samráðingarnar

Pedagogfelagið er so smátt farið undir at samráðast um nýggjan sáttmála

Sanna á Løgmansbø, forkvinna í Pedagogfelagnum, er bjartskygd um at ein partarnir fara at finna eina loysn.

 

- Vit hava tikið kontakt, og vit hava ein góðan tóna. Tað er vælvild frá báðum pørtum um at finna eina semju skjótast gjørligt, sigur Sanna á Løgmansbø.

 

Forkvinnan og øll uttan tann eini limurin í nevndini eru nýggj, og tí er tað ein serlig støða at koma beint til samráðingarborðið.  

 

- Eg fái enn ikki sagt, hvat vit fara eftir í samráðingunum, men tað verður helst ikki long tíð til eg fái sagt meira, sigur Sanna á Løgmansbø.