Pedagogfelagið skal gera upplegg

Føroya Pedagogfelag, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið hittust til fundar í morgun klokkan 11 á Ráðhúsinum í Havn. Eingin av pørtunum kallaði hetta ”samráðingar”, heldur var hetta ein hugnaligur kunningarfundur millum partarnar.

Tað skrivar Tórshavnar kommuna á síni heimasíðu.

Lagt verður aftrat, at fundurin varð liðugur fyri middag.

- Hetta var ein góður, konstruktivur og hugnaligur fundur, har tosað varð um gongdina seinastu dagarnar, sigur borgarstjórin, Heðin Mortensen, sum eisini er formaður í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum.

Á fundinum varð gjørt av, at Føroya Pedagogfelag ger eitt upplegg til partarnar, og tá tað er gjørt, verður fundur aftur.

- Einki varð tosað um at boðsenda semingsstovninum av nýggjum, skrivar heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu.

Við útvarpið hjá Kringvarpinum á middegi í dag, segði Maud Wang Hansen, forkvinna í Føroya Pedagogfelag, at tað ikki er vist, at uppleggið hjá felagnum verður klárt í dag.

Myndin er av heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu.