Pedagogfelagið: Samráðingar endaðu úrslitaleysar

Einki kom burtur úr royndunum at finna semju millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum. Sambært Pedagogfelagnum er uppskotið, sum kom burtur úr samráðingum við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið í tríggjar dag verri enn galdandi sáttmáli.

Fríggjadagin 10. februar tók Føroya Pedagogfelag upp samráðingar við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið um at fáa eina loysn á sáttmálatrætuni. Hesar samráðingar eru nú endaðar úrslitaleysar.

Føroya Pedagogfelag hevur sett fram krav um:

- fyrireikingartíð til limirnar og

- at arbeiðið hjá hvørjum einstøkum starvsfólki skal ásetast í einari starvsskipan

– Vit hava grundgivið fyri hesum krøvunum hjá bæði Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum og lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum. Leygardagin fingu vit at vita, at lønardeildin vildi ikki tosa um hesi viðurskifti, men hon vildi ikki leggja seg út í, um ein avtala varð gjørd við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Vit hava síðan samráðst við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið í tríggjar dagar. Frá felagnum fingu vit eitt uppskot, sum var verri enn tað, ið sáttmálin sigur, sigur Føroya Pedagogfelag í tíðindaskrivi í kvøld.

– Vit settu fram mótynski til hetta uppskot og fingu so at vita frá Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, at nú kundi felagið ikki gera nakra avtalu, tí lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum noktaði fyri at góðtaka hetta.

– Føroya Pedagogfelag hevur sostatt samráðst við ein part, sum nú sigur seg ikki hava ræði á tí, sum samráðst er um. Hetta er ein sera margháttlig støða.

Felagið sigur, at álitisfólk felagsins eru kallað til fundar í morginári klokkan 10, har nevndin fer at kunna um støðuna. Felagið heldur, at arbeiðsgevarasíðan lítlan vilja vísir til at loysa trætuna, og verkfallið heldur tí fram.