Pedagogfelagið á norðurlendskum fundi

Í hesum døgum eru umboð fyri Pedagogfelagið á NLS sektor-fundi í Keypmannhavn.

Í hesum døgum eru umboð fyri Pedagogfelagið á NLS sektor-fundi í Keypmannhavn. Hetta er ein bólkur av norðurlendskum systurfeløgum, sum koma saman um at práta um viðkomandi faklig evni, so sum lønarlag, fyrireiking, útbúgving, skipan av arbeiðsviku og ”gólvtíð”.

 

 

Fundurin er í høvuðssætinum hjá BUPL í Keypmannahavn í ár, og fellur samstundis við at danska stjórnin og kommunurnar hava verkbannað (lockout) ein stóran part av danska almenna arbeiðsmarknaðinum. Júst á sama hátt sum gjørt var í Føroyum í desembur í fjør. Nógv hevur verið spurt inn til verkfallið og verkbannið, sum Pedagogfelagið varð ígjøgnum í desember/januar, skrivar Pedegogfelagið í tíðindaskrivi.

 

 

Í sambandi við sektor-fundin hava vit vegnað allar limirnar í Pedagogfelagnum nýtt høvi at takka fyri stuðulin, sum norðurlendsku feløgini við stuðulsskrivum og beinleiðis fíggjarligum stuðuli vístu Pedagogfelagnum, meðan verkfallið og verkbannið var, skrivar Pedegogfelagið í tíðindaskrivi.

 

 

Týðuligt er komið til sjóndar, at norðurlendsku feløgini stuðla hvørjum øðrum, men eisini at vit í Føroyum hava verið undangongufólk í treiskni, samanhaldi og úthaldni yvirfyri arbeiðsgevarinum. Stóra limatalið, samanborið við fólkatalið, hevur sett Pedagogfelagið í eina sterka samráðingarstøðu yvirfyri almenna arbeiðsgevaranum, og tað gav úrslit. Semingin hjá Pedagogfelagnum er søguliga góð í norðurlendskum høpi, verður sagt í tíðindaskrivinum.

 

 

Á myndunum sæst Elin N.W. Tausen handa Haraldur F. Gíslason og Lasse Bjerg Jørgensen gávu frá Føroya Pedagogfelag.