Pedagogfelagið: Limafundur um eldrapolitikk

Týskvøldið skipar Pedagogfelagið fyri limafundi í Miðlahúsinum. Evnið á fundinum verður eldrapolitikkur. Sambært Maud Vang Hansen, næstforkvinnu í Føroya Pedagogfelag, setti felagið ein arbeiðsbólk á seinasta aðalfundi. Hesin skuldi arbeiða við at orða ein møguligan eldrapolitikk, og hevur hon havt ábyrgdina fyri arbeiðinum.

- Í annaðkvøld fara vit at framleggja úrslitið av einari kanning, sum snýr seg um hugburðin hjá limum felagsins um eldri á arbeiðsplássinum, sigur Maud Vang Hansen.

Á fundinum fer Bárður Nielsen, fíggjarmálaráðharri, eisini at hava eitt upplegg um, hvat bilgist á politiska pallinum viðvíkjandi evninum.

Sámal og Ronni leggja út við at spæla nøkur løg, sum hava tilknýti til evnið.

Aftaná framløgurnar verður lagt upp til orðaskifti millum limirnar.

Tiltakið verður í Miðlahúsinum í annaðkvøld, týskvøldið, klokkan 19.30.