Pedagogfelagið góðtekur ikki flatskattaskipanina

Landsstýrið hevur enn einaferð forsømt tey lágløntu í samfelagnum, og flatskattaskipanin fer at gera gjónna millum rík og fátøk enn størri, sigur Maud Wang Hansen, forkvinna í Pedagogfelagnum.

Forkvinnan í Pedagogfelagnum er alt annað enn nøgd við flatskattaskipanina, sum landsstýrið hevur stungið út í kortið.

-Limirnir í Pedagogfelagnum kenna seg ógvuliga vónsviknan av hesari ætlan, sigur Maud Wang Hansen við Rás2.

Hon heldur, at tey ríku verða ríkari og tey fátøku verða fátækari, um hendan skattaskipanin verður sett í gildi.

Ætlanin hjá nývalda landsstýrinum er at seta flatskattaskipanina í verk 1. Januar 2012, men Maud Wang Hansen staðfestir, at seinasta orðið er ikki sagt í hesum málið.

Pedagogfelagið og hini fakfeløgini fara á fund um málið í næstum.

Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri, vil ikki gera viðmerkingar til málið.