Í morgin, fríggjadagin 1. juni, eru 25 ár síðani føroyskir pedagogar settu á stovn sítt egna fakfelag Fríggjadagin 1. juni er fjórðingsøld liðin síðani Føroya Pedagogfelag sá dagsins ljós. Í tí sambandi skipar felagið fyri móttøku í felagshølunum í Tungugøtu 1 í Havn í morgin frá kl. 15.00 til 17.00.
At byrja við vóru limirnir ikki nógvir í tali tá, men við alt fleiri stovnum, dag- og bústovnum, eins og teimum mongu og fjølbroytnu arbeiðsøkjum, pedagogar virka innan, liggur limatalið í dag um 1800.
Í Føroya Pedagogfelag eru bæði fólk við útbúgving og fólk uttan útbúgving. Pedagogfelagið er sostatt eitt av teimum stóru fakfeløgunum á føroyska arbeiðsmarknaðinum.