Nú er Pedagogfelagið í stórum vanda fyri at fara í tvíningar. Ein stórur partur av limunum í Pedagogfelagnum eru ólærd hjálparfólk, og nú eru tey so ónøgd við felagið, at tey eru farin at arbeiða við at fara fara úr Pedagogfelagnum og at stovna sítt egna hjálparfólkafelag ístaðin.
Ein av teimum er Birthe Didrikesen og hon sigur, tað tað eru lógarbroytingar, sum vórðu gjørdar á aðalfundinum í Pedagogfelagnum leygardagin, sum hava vakt bjørnina úr dvala, so at hon nú er klárvakin, sum hon málber seg.
Á aðalfundinum varð nevniliga samtykt, at formaðurin skal vera útbúgvin pedagog og av hinum fýra nevndarlimunum skulu minst tveir vera pedagogar.
– Tað merkir, at nú hava pedagogar nú altíð meiriluta í nevndini og sostatt er demokratiski rætturin burtur og mannamunurin er staðfestur, sigur Birthe Didriksen.
Nú hevur meirilutin talað og avleiðingin er, at nú er eingin meining í, at Pedagogfelagið umboðar okkum, tí nú hava vit onga ávirkan, sigur Birthe Didriksen. Men kortini skulu hjálparfólk rinda tað sama í limagjaldi sum pedagogar, leggur hon afturat.
Les meiri um sjónarmiðini hjá Birthe Didriksen við at lesa: Nú er bjørnin vaknað úr dvala og er klárvaknað









