Pedagogfelagið eisini ynskilista

Feløgini í Samtak hava latið politikarunum ein lista við ynskjum. Nú kemur Pedagogfelagið við sínum ynskjum Nú samráðingar um nýggja samgongu eru farnar í gongd, heitirF øroya Pedagogfelag á allar flokkar um at taka fleiri mál við í einum nýggjum samgonguskjali.

Málini, sum Pedagogfelagið vil hava ta komandi samgonguna at avgreiða, eru hesi:

1. Farið verður undir at gera ein vælferðarreform. Tað er av stórum týdningi, at vit hava somu vælferðarskipanir, sum í londunum rundanum okkum, so vit kunnu standa okkum í kappingini. Tað er av stórum týdningi, at vit fáa tey ungu at støðast í landinum og tey, ið eru í lestrarørindum uttanlanda at koma heimaftur á klettarnar.

2. Gerast skal ein tíðarhóskandi sosiallóggávu, ið eisini umfatar rættin hjá teimun veiku og menningartarnaðu í samfelagnum og teimum starvsfólkum, ið arbeiða á tí økinum.

3. Fleiri skulu hava møguleikan at fara undir eina námsfrøðisliga /pedagogiska útbúgving í Føroyum.

4. Dagstovnaøkið verður lagt undir Mentamálaráðið. Hetta fyri at skapa ein samanhang gjøgnum øll barna- og ungdómsárini.

5. Størri starvsfólkanormeringar á tí pedagogiska økinum. Hetta fyri at hækka um trivnaðin og góðskuna.

6. Arbeiðsvikan verður stytt fyri at styrkja um familjurnar.