Eftir drúgvar samráðingar við kommunala arbeiðsgevarafelagið hevur Pedagogfelagið lýst 24 tíma arbeiðssteðg frá klokkan 11 í morgin at rokna. Føroya Pedagogfelag lýsir arbeiðssteðg í 24 tímar. Arbeiðssteðgurin, sum kemur í kjalarvørrinum á drúgvu samráðingunum við kommunala arbeiðsgevarafelagnum, er galdandi frá frá mikudegnum 12. desember kl.11 til hósdagin 13. desember kl.11.
Arbeiðssteðgurin er galdandi fyri allar limir í Pedagogfelagnum, sum eru fevndir av sáttmálunum milllum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Arbeiðssteðgurin er galdandi fyri dagstovnar, frítíðarheim, frítíðarskúlar, virkishús og fyri dagrøktarleiðarar, økispedagogar og limir í kommunalu umsitingunum.
Jarvin Feilberg Hansen, formaður í Pedagogfelagnum, hevur fyribils ongar viðmerkingar til arbeiðssteðgin.