Pedagogfelag og fakfelag samráðast

Føroya Pedagogfelag hevur verið til sáttmálasamráðingar í dag, tann 25. august. Felagið samráðist við Kommunala Arbeiðsgevara Felagið um sáttmálarnar á Dagstovnaøkinum og við lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum um sáttmálarnar á landsins stovnum.

Á fundinum í dag handaðu partarnir hvørjum øðrum krøvini fyri hesar sersamráðingar. Vit síggja fram til góðar samráðingar og vænta eitt úrslit, sum limir okkara verða nøgdir við.

Fleiri samráðingarfundir um serkrøv eru avtalaðir eins og felagssamráðingarnar hjá Fakfelagssamstarvinum halda á fram, sigur Maud Wang Hansen, forkvinna í Føroya Pedagogfelag, í skrivi sent fjølmiðlunum.