Pedagogarnir góðan sáttmála

- Okkara størsta ynski var at fáa eina nýggja lønartalvu fyri allar okkara limir, har umflokkingar og lønarhækkingar vórðu lagdar inn. At tað er eydnast eru vit ómetaliga glað fyri, sigur Carita Björklund, forkvinna í Føroya Pedagogfelag

 

VERKFALLIÐ

Tað eydnaðist loksins hósmorgunin nakað áðrenn klokkan sjey pørtunum í verkfallinum hjá pedagogunum at koma fram til eina semju og undirskriva nýggjan sáttmála. Føroya Pedagogfelag øðrumegin og Fíggjarmálastýrið, Føroya Kommunala Arbeiðsgevarafelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hinumegin sótu í 70 tímar út í eitt og samráddust um nýggjan sáttmála fyri teir 1000 limirnar í Føroya Pedagogfelag.

Nýggi sáttmálin er galdandi afturvirkandi til 1. mars í ár og tvey ár fram. Lønarhækkingin í nýggja sáttmálanum er 12 prosent. Í nýggju lønartalvuni, sum kemur í gildi 1. mars næsta ár, eru lønarhækkingar og umflokkingar við. Talvan fatar um allar pedagogar, men ein serlig lønartalva er gjørd fyri teir umleið 100 pedagogarnar, sum eru tænastumannasettir.

- Okkara størsta ynski var at fáa eina nýggja lønartalvu fyri allar okkara limir, har umflokkingar og lønarhækkingar vórðu lagdar inn. Viðbøturnar eru lagdar inn í lønina, soleiðis at tær eru eftirlønargevandi, og sáttmálin er sum heild væl ruddiligari og einfaldari enn áðrenn. At hetta er eydnast eru vit ómetaliga glað fyri, sigur Carita Björklund, forkvinna í Føroya Pedagogfelag.

Krav frá Føroya Pedagogfelag var eisini, at dagrøktarleiðarar verða løntir sum dagstovnaleiðarar. Hesum ynski gekk mótparturin hjá Pedagogfelagnum á møti í ein mun, tó ikki heilt í so stóran mun sum Pedagogfelagið ætlaði.


Serskipan

Eftir, at samráðingarnar slitnaðu seinast, førdi Fíggjarmálastýrið fram, at tað bar ikki til at fáa tænastumannasettu pedagogarnar í somu lønartalvu sum hinar pedagogarnar.

- Tænastumannasettu pedagogarnir eru í serligari støðu, orsakað av eftirløn, flokkingum og øðrum viðurskiftum. Fíggjarmálastýrið vísti á henda trupulleikan og vit ásannaðu, at tað bar ikki til at fáa teir í somu talvu sum hinar limirnar.

Samráðingarnar gjørdust rættiliga drúgvar, og tað komst eitt nú av, at land og kommunur skuldu koma ásamt um, hvussu stóran part av sáttmálanum hvør skal bera. Hetta roknistykkið, sum í grundini einki hevur við Føroya Pedagogfelag at gera, tók eftir øllum at døma drúgva tíð.


Eftirmeta

Verkfallið, sum vardi í tvær og eina hálva viku, hevur rakt hart nógva staðni. Ikki minst á serstovnum og døgnstovnum, har fólk við serligum tørvi búgva, og avvarðandi og felagskapir hava víst sína misnøgd.

- Tað hevur sjálvsagt ikki verið gott at vita, at tað hevur verið tungt og strævið nógva staðni. Nevndin í Pedagogfelagnum fer nú saman við álitisfólkunum at viðgera spurningin, um hetta skal verða mannagongdin frameftir, at pedagogar á serstovnum eisini skulu í verkfall. Hetta er jú fyrstu ferð, at serstovnarnir verða raktir av verkfalli hjá Pedagogfelagnum.

Vøggustovur og barnagarðar hava í ár verið rakt av trimum verkføllum. Í tveir dagar í mars vóru stovnarnir stongdir orsakað av verkfalli hjá Føroya Pedagogfelag, síðani aftur orsakað av verkfallinum hjá vaskifólki í nakrar vikur, og aftur nú í góðar tvær vikur. Spurningurin er so, um verkfall verður gerandiskostur í framtíðini.

- Tað kann eg ikki ímynda mær, men vit kunnu ásanna, at politikkurin mótvegis fakfelagsrørsluni er harðrendur, og vit hava kent ein illvilja ímóti felagnum, og serliga ímóti ynskinum at fáa eina lønartalvu.

- Hinvegin hevur árið í ár verið serligt, ikki minst tí vit hava havt samráðingar við so nógvar partar. Áðrenn vit fóru undir samráðingarnar ivaðust vit onga løtu í, at tað var rætt at samráðast við allar partar undir einum. Nú ivast vit í, um tað er rætti mátin, tí tað hevur verið ómetaliga drúgt og strævið. Mótparturin hjá okkum skal jú eisini vera samdur innanhýsis, sigur Carita Björklund.