Pedagogarnir fingið sáttmála

Pedagogfelagið hevur skrivað undir nýggjan sáttmála við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið Bæði Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Pedagogfelagið eru nøgd við nýggja sáttmálan.

-Vit hava flutt nakrar brikkar her og har og laga okkum eftir hvør øðrum, so vit kunnu finna eina semju, sum lá innan fyri ásetta karmin, sigur formaðurin í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, Heðin Mortensen, við Kringvarpið.

Formaðurin hjá pedagogunum, Jarvin Feilberg Hansen, sigur við Rás2, at hann er nøgdur við sáttmálan. Hann fer nú at kunna álitisfólkini hjá felagnum um úrslitið, og hann sigur seg vænta, at limirnir fara at taka undir við úrslitinum.

Lønin hjá pedagogunum hækkar trý prosent um árið í trý ár, svarandi til níggju prosent lønarhækking. Nakrar tillagingar og umflokkingar eru eisini gjørdar.