Tað kostar at vera í verkfalli. Tað vita tey í Pedagogfelagnum, sum fyri stuttum vóru í verkfalli upp til heili 33 dagar. Kringvarpið veit at siga í dag, at Pedagogfelagið í øllum førum ætlar sær at geva limunum 80 prosent av lønini, tó tað kann verða meira
Jógvan Philbrow sigur við Kringvarpið, at enn er ikki eitt greitt yvirlit yvir, hvussu stórar útreiðslurnar eru av teimum, sum vóru í verkfalli, tí enn hevur okkurt arbeiðspláss ikki sent yvirlitið.
Jógvan Philbrow sigur eisini, at limirnir í fyrstu atløgu fáa 50% av lønini endurgoldnað, og at tað kemur fyrsta dagin. Men ætlanin er at liminir skulu fáa minimum 80% og kanska meir, veit also Kringvarpið at siga í dag.










