Nú samráðingarnar ímillum Pedagogfelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið eru endaðar við ongum, so verkfallið heldur fram, tykist Pedagogfelagið við tiltøkum sínum at hava vent kanónini ímóti landspolitikarunum
Pedagogar í verkfalli hava kringsett bæði Fíggjarmálaráðið og Løgtingið, fyri á tann hátt at leggja trýst á, so sáttmálatrætan kann loysast og verkfallið fáa ein enda, sigur Rás2 í dag.
Millum annað hava pedagogarnir vundið sjórænarafløgg í allar flaggstengurnar hjá Fíggjarmálaráðnum, og annars verður dúgliga sungið, umframt at rakstrarróp eru at hoyra.
Hóast verkfallið hjá pedagogunum nú hevur vart í tvær vikur, hevur lítið og einki verið at hoyrt frá øðrum fakfeløgum, enn onkur lýsing um ikki at taka upp verkfalsrakt arbeiði.
Nú byrja hini feløgini so spakuliga at rakna við, tí frá í morginári klokkan seks og í eitt heilt samdøgur fara allir dagrøktararnir kring landið í samhugaverkfall.
Talan er um tilsamans 130 dagrøktarar, sum eru limir í Føroya Arbeiðarafelag og Starvsmannafelagnum.
Savnsmynd










