Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KA) kann greiða trætuna. Tað sigur Føroya Pedagogfelagið í tíðindaskrivi, sum kom fyri løtu síðan.
- Kommunala Arbeiðsgevarafelagið sigur í skrivi, at Føroya Pedagogfelag eigur at koma aftur til samráðingarborðið. Hesa áheitan skilir Føroya Pedagogfelag ikki, tí felagið hevur ongantíð noktað at samráðast. Tvørturímóti hevur mótparturin noktað at gingið okkara ynskjum á møti.
Felagið sigur, at Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið høvdu undir samráðingunum allar møguleikar at sleppa undan einum verkfalli, men vildu ikki finna eina loysn.
- Okkara serkrav um betri fyrireikingartíð varð sópað av borðinum, og heilt óskiljandi fingu vit harafturat boðið eina reallønarlækking.
Føroya Pedagogfelag leggur aftrat, at arbeiðsgevararnir hava við síni stívrendu atferð trýst pedagogarnar út í verkfall.
- Vit kunnu ikki góðtaka eitt reallønarfall, og vit kunnu ikki góðtaka, at pedagogiska fakið verður so grovt undirmett, at okkara limir ikki sleppa at fyrireika og eftirmeta sítt arbeiði.
Lagt verður aftrat, at ein lærari hevur 13 tímar um vikuna at fyrireika og eftirmeta sítt arbeiði. Hesin rættir verður hildin at vera sjálvsagdur, tí alt fakligt arbeiði krevur jú fyrireiking og eftirmeting. Ein pedagogur kann í mesta lagi fáa ein tíma um vikuna at fyrireika seg í.
- Hetta er fullkomiliga óforsvarligt bæði fyri pedagogar, børn og fólk við serligum tørvi.
Felagið sigur, at sum støðan er, arbeiða pedagogar heima fyri onga løn, tá teir fyrireika og eftirmeta sítt arbeiði. Hetta kemur ivaleyst arbeiðsgevarunum væl við, men at bjóða fólki tílíkar arbeiðsumstøður í 2012 er avoldað hugsan. Pedagogar gera eitt virðismikið og fakliga dugnaligt arbeiði øllum samfelagnum at gagni, og teir skulu virðast fyri tað.
- Vit heita tí á arbeiðsgevararnar um at flyta sín hugsunarhátt inn í nútíðina og geva okkara limum fíggjarliga og fakliga forsvarligar arbeiðsumstøður. Í somu løtu, sum Kommunla Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið vísa vilja til hetta, koma vit at samráðast, sigur Føroya Pedagogfelag í tíðindaskrivi.
Myndina til henda greinastubban hevur Ole Valle tikið.










