Pedagogar átala harðliga avgerðini hjá samgonguni um at skatta pensjónir við inngjald.
Tað sigur felagið í yvirlýsing eftir aðalfundin leygardagin.
Á aðalfundinum vóru 344 limir møttir og eitt mál, sum var til umrøðu var avgerðin um at broyta skattingini av eftirlønum.
Saman við 33 øðrum fakfeløgum, mótmælti Føroya Pedagogfelag hesum.
- Men samgongan skundaði uppskotið ígjøgnum, uttan gjøllari viðgerð, hóast fleiri fyrivarni og viðmerkingar vóru til lógaruppskotið, staðfestir Pedagogfelagið.
- Aðalfundurin hjá Føroya Pedagogfelag átalar harðliga avgerðina hjá samgonguni í Føroya Løgtingi í sambandi við skatting av eftirlønum soleiðis, at inngjøld verða skattað heldur enn útgjøld sum frammanundan.
- Somuleiðis mótmælir aðalfundurin at skattingin er hækkað upp til 40%.
Pedagogfelagið heitir staðiliga á samgonguna um at fáa hetta í rættlag aftur, til tær fyritreytir og tær avtalur, ið vóru gjørdar undir táverandi eftirlønarskipan.
- Broyttu fortreytirnar eru eitt greitt álitisbrot á alla eftirlønarskipanina, umframt at tað er í andsøgn við pensjónsnýskipanina, sum allir politiskir flokkar hava tikið undir við, sigur felagið.