Elin N. W. Tausen er nýggj næstforkvinna í nevndini í Føroya Pedagogfelag. Hon fær sessin eftir Jógvan Philbrow, sum er farin úr nevndini. Nýggj í nevndini er Marjun E. Petersen.
Tað er úrslitið, nú nevndin í Føroya Pedagogfelag í dag hevur skipað seg av nýggjum. Tað var fyrr í summar, at Jógvan Philbrow, sum var næstformaður, segði seg úr nevndini.
- Elin N. W. Tausen er nú næstforkvinna og Marjun E. Petersen, námsfrøðingur, sum var næst valdi tiltakslimur, hevur fingið fast sæti í nevndini.
Føroya Pedagogfelag vísir á, at hetta er triðja nevndarbroytingin í ótíð innan stutta tíð í felagnum.
Á aðalfundinum í apríl varð Irdi Lið Gaardlykke vald sum nýtt hjálparfólkaumboð, eftir at Jannie Sofía í Skálum vegna námsfrøðilestur hevði sagt seg úr nevndini, eitt ár áðrenn hennara valskeið var úti.
Bjarni Beder, námsfrøðingur, ið var fyrst valdur tiltakslimur, fekk á aðalfudinum eisini beinanvegin sæti í nevndini fyri Wenzel Olsen, hvørs nevndarskeið ikki rennur út fyrr enn á næsta aðalfundi, men sum hevði biðið um og fingið játtað farloyvi frá nevndararbeiðnum.
- Nú Jógvan Philbrow eisini er farin úr nevndini, og Marjun E. Petersen hevur tikið sæti, er bert ein tiltakslimur eftir, nevniliga Oda Dalfoss, hjálparfólk.
Í nýskipaðu nevndini í Føroya Pedagogfelag eru soleiðis hesi, fremst f.v.: Irdi Lið Gaardlykke, nevndarlimur og Elin N. W. Tausen, næstforkvinna. Aftan fyri úr vinstru eru tað Marjun E. Petersen, nevndarlimur, Maud Wang Hansen, forkvinna, og Bjarni Beder, skrivari.









