Eins og í Havn, og aðrastaðni kring landið, gera pedagogar í Suðuroynni vart við støðu sína, nú verkfall er.
Í dag skipaðu pedagogar í Suðuroynni fyri tiltaki í Vági, har gingið var úr miðari bygdini og vestur á Sandin, har nýggja parkin í Vági er.
Har var sangur og annað á skránni. Lýst varð frammanundan tiltakinum við, at øll, bæði feløg og einstaklingar, vóru vælkomin at luttaka og stuðla, og á fjølmentu gonguni sást, at nøkur tóku av hesum tilboð.
Í morgin skipar Pedagogfelagið fyri verkfallstiltakið á Vaglinum í Havn við røðum og tónleiki.