Sáttmálaskeiðið er galdandi frá 1. mars 1999 og báðir partar kunnu siga sáttmálan upp við 3 mánaða freist, tí í fyrsta lagi til 1. mai 2001.
Lønarhækkingin er í 2 stigum.
Fyri pedagogar hækkar grundlønin 6% soleiðis í mun til grundlønina 1.1.99.
1.3.1999 hækkar grundlønin 3% og
1.3.2000 hækkar grundlønin 3%.
Fyri hjálparfólk hækkar grundlønin 5% soleiðis í mun til grundlønina 1.1.99
1.3.1999 hækkar grundlønin 4% og
1.3.2000 hækkar grundlønin 1%.
Eftirlønargjaldið til hjálparfólk verður umlagt frá 1. mars 1999 at rokna. Samstundis fer avtalan, um eftirløn til hjálparfólk frá 23. november 1998, úr gildi, og ístaðin verður fylgjandi ásett:
Hjálparfólk, sum hava verið í starvið í minst 12 mánaðir uttan slit, og sum hava starvast í miðal minst 15 tímar um vikuna, fáa eitt eftirlønargjald, um 1. mars 1999 er 4% av grundlønini. 1. mars 2000 verður hetta samanlagt 8%.
Arbeiðsgevarin rindar eftirlønargjaldið.
Upphæddin fer í eftirlønarskipan, sum partarnir gera serstaka semju um.
Fyri tey yvir 60 ár - ella sum vegna heilsu - ikki kunnu koma í eftirlønarskipanina, gera partarnir eina uppsparingarskipan ella líknandi.
Harumframt er ein upphædd sett av til umflokkingar av leiðarum og varaleiðarum á serstovnaøkinum.
Partarnir avtala áðrenn 1. juni 1999, hvussu nevndu umflokkingar verða framdar.
Partarnir vilja í sáttmálaskeiðnum hyggja nærri at, um tað ber til at gera sáttmála, har miðað verður eftir:
- betri skipaðum og greiðari viðurskiftum
- einfaldari og liðiligari sáttmála og lønartalvur.
Fíggjarmálastýrið vil í sáttmálaskeiðnum gera útrokningar, sum vísa kostnaðin, ið stendst av at leggja viðbøturnar afturat grundlønini. Úrslitið skal leggjast fyri felagið í seinasta lagi 1. september ár 2000.
Partarnir taka fyrivarni fyri góðkenning á rætta stað stendur í tíðindaskrivi.