SAMRÁÐINGAR
Lønarbatin, Fíggjarmálastýrið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, bjóðar limunum hjá Føroya Pedagogfelag er lægri enn lønarhækkingin, sum starvsbólkar á almenna arbeiðsmarknaðinum fingu í vár.
- Vit góðtaka ikki eina minni lønarhækking enn tað aðrir starvsbólkar hava fingið. Og vit hava ikki fingið nakra frágreiðing um, hví okkara limir skulu hava minni enn aðrir. Fíggjarmálaráðharrin hevur sagt alment, at tað skal verða liviligari í Føroyum og at løn eigur at verða latin, sum er í samsvari við longd av útbúgving. Hetta eigur eisini at verða galdandi fyri okkum, men tilboðið vit hava fingið, er minni enn hetta. Okkara limir eru eftirbátur lønarliga, tað hava vit verið í nógv ár og vit leggja stóran dent á at rætta henda skeivleika í hesum samráðingunum, sigur Carita Björklund, forkvinna í Føroya Pedagogfelag.
Sáttmálin hjá Føroya Pedagogfelag fór úr gildi 1. mars. Seinast í mars fór felagið í verkfall í tveir dagar, tí ógreiðan um, hvønn felagið skuldi samráðast við, Fíggjarmálastýrið ella kommunurnar, ikki varð avgreidd. Síðani hesin spurningurin varð avgreiddur, hava tveir fundir verið fyri summarfrítíðina og tveir fundir aftaná. Nú eru partarnir samdir um, at samráðingarnar ikki koma longri. Um eina viku skulu partarnir hittast aftur, eitt nú fyri at gera av, hvørji semingsfólk skulu upp í leikin.