– Ein fráboðanarfreist, sum tann, ið kom við í sáttmálan hjá navigatørunum og maskinmeistarunum við Fíggjarmálaráðið, kann eisini fáa ávirkan á Pedagogfelagið.
Tað skrivar Pedagogfelagið á heimasíðu felagsins.
Har verður víst á, at Pedagogfelagið hevur ikki sitið við samráðingarborðið síðani 31. oktober, tí beint eftir tann samráðingarfundin boðaðu Skipara- og Navigatørfelagið og Maskinmeistarafelagið frá verkfalli. Men sambært Maud Wang Hansen, kemur eitt nýtt útspæl frá Pedagogfelagnum í næstum – helst í fyrru helvt av næstu viku.
– Vit fóru hvør til sítt tá uttan tó at slíta samráðingarnar. Vit hava so bíðað eftir, hvat fór at henda – og tí okkara samráðingarmótpartur hevur verið í seming viðvíkjandi samráðingunum við navigatørarnar og maskinmeistararnar. Men nevndin hevur alla tíðina arbeitt við samráðingunum og við at gera eitt uppskot, sum vit vóna fer at føra okkum nærri eini semju. Og tað er tað uppskotið, sum væntandi verður liðugt ein av næstu døgunum, sigur Maud Wang Hansen.
Í gjár samdust Skipara- og Navigatørfelagið og Maskinmeistarfelagið við tógvið stríð við Fíggjarmálaráðið um nýggjan trý-ára sáttmála. Skipara- og Navigatørfelagið og Maskinmeistarafelagið hava góðtikið, at fram eftir skulu møgulig verkføll fráboðast 48 tímar, áðrenn tey fáa gildi. Afturfyri fingu teir eftirlíkað kravinum um, at arbeiðstíðirnar verða broyttar, so tær eru í samsvar við nýggju, altjóða hvílireglurnar.
Maud Wang Hansen ásannar, at ein fráboðanarfreist eisini kann ávirka Pedagogfelagið, eins og eftirlønarlógin hevur ávirkan á limir felagsins. Hon vil tó onki ítøkiligt siga um sjálvar samráðingarnar, meðan tær fara fram.










