Pearl Jam møguliga á Roskilde

Eitt hol í ferðaskránni í 2010 hjá Pearl Jam hevur sett ferð á gitingar um, at bólkurin verður við á Roskilde Festivalinum 2010, tí viðvíkjandi tíðini hóskar hetta við festivalin.

 

Tað eru komandi summar 10 ár síðani, at ein framførsla hjá Pearl Jam á Roskilde kostaði 9 ungfólkum lívið, tá rumbul kom í frammanfyri størsta pallinum, sonevndu Orange Scene..

Síðani hevur ofta verið frammi, at bólkurin átti at komið aftur fyrr ella seinni.

Gitingar eru nú aftur um hetta, tí hol er í kalandaranum hjá bólkinum millum konseretir í Berlin og Frankfurt, og holið er 1. juli, sama hósdag, sum Roskilde Festivalurin byrjar.