Pearl fekk ein son

Einkjan eftir tann myrda amerikanska tíðindamannin Daniel Pearl hevur fingið ein son.

PEARL-MÁLIÐ

Amerikanski tíðindamaðurin Daniel Pearl, sum varð myrdur í Pakistan í januar, er vorðin pápi ? post mortem. Einkjan, sum eitur Mariana, hevur nú fingið ein son.

Daniel Pearl hvarv í pakistanska býnum Karachi tann 23. januar. Hann var komin hagar sum tíðindamaður hjá amerikanska blaðnum Wall Street Journal og skuldi royna at fáa samband við umboð hjá yvirgangsfelagsskapinum al-Qaeda hjá Osama bin Laden.

Seinni fekk amerikanska sendistovan í Karachi eitt sjónband, sum vísti, at Daniel Pearl varð tikin av døgum.

Skyldfólk hjá Pearl siga, at tann lítli drongurin skal eita Adam.