Pearce fyribils nýggjur venjari

Enska fótbóltssambandið hevur sett ein fyribils landsliðsvenjara, eftir at Fabio Capello í gjárkvøldið segði seg úr starvi. Talan er um 49 ára gamla Stuart Pearce, sum í løtuni er venjari hjá enska U21-landsliðnum.

 

- Han hevur drúgvar royndir, hevur arbeitt saman við Fabio Capello og kennir leikararnar væl. Eg eri sannførdur um, at starvið er í góðum hondum, sigur nevndarformaðurin í FA, David Bernstein.

 

Stuart Pearce skal standa á odda fyri liðnum, sum seinni í hesum mánaðinum skal spæla venjingardyst ímóti Hollandi, umframt at hann situr í starvinum fram til ein varandi loysn er funnin.

 

Sambært veddingarfyritøkunum er Tottenham-venjarin, Harry Redknapp, besta boðið upp á ein avloysara eftir Fabio Capello. Hesum metingunum tekur Wayne Rooney undir við.

 

- Tað skal vera ein onglendingur. Fyri mína skyld má tað gjarna vera Harry Redknapp, skrivar Wayne Rooney á Twitter.