Eftir at Berlinmúrurin at Kalda kríggið varð av, hildu mong, at friðurin í
heiminum varð tryggjaður. Men soleiðis varð ikki, og heimurin er framvegis
eyðkendur av kríggj, ófriði, spenningum og yvirgangi - neyð og armóð. Nógv
fólk um heimin hava ásannað, at hetta óskil kann ikki halda fram í allar
ævir og tí hava vit fingið ein hóp av friðarrørslum, sum á friðarligan og
demokratiskan hátt royna at virka fyri friði á jørð. Her er yvirhøvur talan
um heilt vanlig fólk, sum taka seg saman, men vit hava eisini nógv dømi um
mætar menn og kvinnur, sum íðin virka fyri friði og linna, eru tey nevnd so
eru tey kend.
Ein av teimum mongu, sum royna at virka fyri friði er bretski filmsmaðurin,
Jeremy Gilley,sum fyri nøkrum árum síðani fekk tað frálíka hugskot at lýsa
ein einstakan dag sum heimsins friðardag. Á hesum degi skuldu allir
stríðandi partar halda vápnahvíld og alt stríð skuldi halda uppat hendan
eina dagin. Stigtakarin arbeiddi saman við mongum øðrum, serstakliga
lesandi, íðin við øllum sínum kontaktum og netverkum við sínum góða
hugskoti. Tann 7. september 2001 komu Gilley og hjálparfólk hansara fyribils
á mál við tað, at ST aðalfundurin hendan dagin tók undir við hugskotinum og
einmælt lýsti 21. september sum alheims friðardag. ST aðalfundurin heitti á
allar stríðandi partar um framyvir at binda frið, ikki at nýta vald og
harðskap og at umhugsa støðuna í heiminum hendan dag.
Síðan hevur verið virkað til tess at fáa almenningin at taka undir við
alheims friðardegnum. Væl hevur gingist við tiltakinum, ið serstakliga hevur
fingið undirtøku í tónleikaumhvørvum. Skipað hevur verið fyri stórum
konsertum til tess at sera fokus á evni og at savna pening inn til friðar-
og hjálpararbeiði. Á tiltøkunum fáa áhoyrarnir tilfar um friðararbeiði og
hópur av kendum fólki standa fram og lýsa teirra stuðul til Pece One day, ið
er vorðið eitt ST tiltak. Millum teirra, sum alment stuðla Peace One day eru
Mandela, Kofi Annan, Ban Kee Moon, Mary Robertson, Shimon Perz, Abu Moussa,
Oscar Arias, Dalai Lama og mong onnur.
Peace One Day verður nú eisini heildin í Føroyum, og tað fegnast vit
stórliga um. Leygarkvøldið verður eitt tiltak við áhugaverdari skrá í
Sjónleikarhúsinum, sum ungdómsmiðilin Mess hevur tikið stig til, meðan
sjálvur dagurin verður mánadagin. Føroyingar hava, meðan Kalda kríggið var
sum harðast, havt friðarrørslur, Kvinnur Fyri Friði og Fólk Fyri Friði, ið
gjørdu eitt dygdargott arbeiði til tess at upplýsa og skapa fatan fyri linna
og avvápnað. Hesar rørslur savnaðu hópin av fólki til fundar, konsertir og
til friðargongur, sum vístu umheiminum, at føroyingar sum flestu heimsins
tjóðir eru friðarfólk. Vit hava sostatt eina drúgva og virðiliga siðvenju
fyri friðararbeiði. Tíðin eftir, at Kalda kríggið var av, hevur víst, at
friður á jørð kemur ikki av sær sjálvum. Virkast má staðiliga fyri friði á
øllum stigum til eina og hvørja tíð. Peace One day er tí eitt sera gott
tiltak, sum vit mæla øllum til at stuðla.