Pávin verður liggjandi á sjúkrahúsi

Frans pávi liggur á sjúkrahúsi í Rom

Frans pávi liggur á sjúkrahúsi í italska høvuðsstaðnum Rom, eftir at hann í farnu viku varð skurðviðgjørdur í tjúkktarminum.

 

Í fyrsta umfari vóru boðini, at pávin skuldi liggja á sjúkrahúsi í eina viku eftir skurðviðgerðina, men nú verður roknað við, at hann skal liggja nakrar dagar afturat, skrivar Ritzau.

 

Frans pávi er 84 ára gamal og hevur verið pávi síðani 2013. Hetta er fyrstu ferð, at hann hevur verið á sjúkrahúsi, síðani hann varð pávi.

 

Ritzau skrivar einki um, hvørt pávin hevur sovið nakað í nátt, nú italiumenn hava feirað EM-heitið í fótbólti.