Soleiðis segði Frans pávi mikudagin í røðu síni hesa vikuna fyri teimum, sum vóru á Pæturstorginum í italska høvuðsstaðnum, Rom, sambært The Guardian.
Røðan er ein av fleiri prædikum, sum snúgva seg um óvanar hjá menniskjum. Í røðuni í síðstu viku tosaði hann um grammleika, skrivar BBC.
– Vit mugu verja kærleikan. At vinna stríðið ímóti girndarhugi kann taka alt lívið, segði Pávin.
Um boðini frá Frans páva eru svar upp á atfinningar av kardinalum hansara er ikki greitt.
Konservativir katolikkar hava fyrr í vikuni funnist at kardinalinum Víctor Manuel Fernández fyri eina bók, hann skrivaði í nítiárunum, um kynslív. Hon hevur eitt kapittul um orgasmur.
/ritzau/