Legendariski operasangarin liggur í óviti og støðan er ógvuliga hættislig, siga alheims fjølmiðlar í kvøld Tann 71 ára gamli Luciano Pavarotti varð skorðin fyri krabbamein í fjør, men var útskrivaður aftur. Men í seinastuni er hann versnaður aftur og er nú í viðgerð í heimi sínum í útriðini í Modena í Italia, har húsfólk, skyldfólk og vinfólk eru um hann.
Hesa vikuna skuldi hann annars, sum tann fyrsti, fáa eina serliga virðisløn frá italsku stjórnini fyri arbeiðið hansara til frama fyri italska mentan víða um í heiminum.
Spurningurin er um hann fær tikið ímóti virðislønini, tí beint nú liggur hann deyðasjúkur heima, hann er fallin í óvit og nýruni eru hildin uppat at virka.