Tórður Mikkelsen er á Summarfestival so at siga á hvørjum ári.
- Konan er úr Klaksvík, so vit eru nógv her gjøgnum árið.
- Tískil er tað nokk so natúrligt at koma á Summarfestival fyri konuna og meg, sigur Tórður.
Hóast MIKA er høvuðsnavnið í ár, so var Tórður ikki og lurtaði.
- Eg kenni onki til MIKA, so tað segði mær ikki tað stóra.
Tórður kom ikki norður til Klaksvíkar fyrr enn í gjárkvøldið.
- Eg má siga, sum er, at Rock Legends tóku meg veruliga á bóli. Teir yvirraskaðu stórliga, og var tað eitt ordiliga gott konsertupplivilsi.
- Allar sangirnar kendi eg ikki, men eg kendi nakrar. Serliga teir hjá Toto kendi eg væl, sigur Tórður.
Hæddarpunktið á Summarfestivalinum verður sambært Tórði Mikkelsen í kvøld.
- Kim Larsen verður sera spennandi í kvøld. Hann spælir tónleik, sum fer beint í sálina.
Tórður Mikkelsen hevur eitt navn, sum hann sera gjarna hevði viljað hoyrt á Summarfestivalinum.
- Pavarotti hevði ikki verið so galin at hoyrt her í Klaksvík næsta ár, sigur Tórður flennandi.
Nógv kunnu fyriskipararnir stápla upp á beinini, men tað er kanska heldur ivasamt, um teir kunnu uppfylla júst hetta ynskið hjá Tórði. Pavarotti fór nevniliga undir grønu torvu fyri seks árum síðani. Men tíbetur hevur Tórður breiðan tónleikaáhuga, so hann sleppur nokk at hoyra onnur góð nøvn, sum fella í hansara smag næsta ár.










