Paulinho gerst Tottenham-spælari

Leysasøgur hava gingið í fleiri vikur um, at miðvallarin, brasilski Paulinho úr felagnum Corinthians fór at gerast partur av hópinum hjá Tottenham til komandi kappingarár í Premier League.

 

Men nú hevur Tottenham so alment staðfest, at Paulinho verður partur av hópinum hjá Tottenham. Brasiliumaðurin hevur verið til eina læknaroynd. - Eg eri ógvuliga spentur uppá at spæla við Tottenham. Tað er ein stór gleði fyri meg at verða partur av hópinum hjá Tottenham, sum er eitt stórt felag, sigur Paulinho við enskar miðlar.

 

Paulinho var valdur til tann besta spælaran í Confederations Cup kappingini, sum var í Brasil í farna mánað. Ein kapping, sum Brasil vann aftaná ein 3-0 finalusigur á Spania.