Føroyingauppgerð var í næstbestu donsku hondbóltsdeildini í kvøld.
Í Frederiksberg Opvisning høllini tóku Janus Dam Djurhuus, Bogi Hansen, Leivur Mortensen og liðfelagarnir í FIF móti landsliðsmálverjanum, Paula Jacobsen og liðfeløgum hansara í HØJ.
HØJ gjørdi sum teir hava gjørt teir undanfarnu 15 dystirnar higartil í kappingini. Teir vunnu sekstanda dystin á rað.
Í kvøld vunnu Pauli og liðfelagarnir 33-27 á FIF. Í fyrra hálvleiki leikaði javnt á, og var HØJ bert á odda við einum máli, 16-15 í steðginum.
Janus skoraði tvey mál og Bogi skoraði eitt mál.
Leygardagin klokkan 15 verður oddauppgerð. Tá tekur liðið hjá Teis Horn Rasmussen og Peter Krogh, Aarhus HC móti HØJ á heimavølli. Sama dag klokkan 13 hevur FIF dyst á útivølli móti Midtjyllandi.
Støðan:
| Nr. | Lið: | Dystir | Stig |
|---|---|---|---|
| 1 | HØJ | 16 | 32 |
| 2 | Aarhus HC | 17 | 29 |
| 3 | Skive | 17 | 27 |
| 4 | HC Midtjylland | 17 | 22 |
| 5 | Lemvig-Thyborøn | 16 | 19 |
| 6 | Tønder | 17 | 18 |
| 7 | Rækker Mølle | 17 | 16 |
| 8 | FIF | 17 | 14 |
| 9 | HC Odense | 17 | 13 |
| 10 | Norddjurs | 17 | 12 |
| 11 | Team Sydhavsøerne | 17 | 11 |
| 12 | Odder | 17 | 11 |
| 13 | Faaborg | 16 | 8 |
| 14 | Roskilde | 16 | 2 |











