Føroyingauppgerð var í næstbestu donsku hondbóltsdeildini í dag.
Í Ølstykke-høllini tóku landsliðsmálverjin, Pauli Jacobsen og liðfelagarnir í HØJ móti Teis Horn Rasmussen, Peter Krogh og liðfeløgunum í Aarhus HC.
Tað eydnaðist HØJ at vinna dystin 32-29. Í steðginum var støðan javnleikur 15-15. Leingi leikaði javnt á, men seinastu løtuna var HØJ omaná og vann at enda.
Teis skoraði eitt mál. Tíverri eru eingi hagtøl fyri málverjar tøk í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.
HØJ er fremst í deildini við fullum stigatali, 10 stigum. Aarhus er nummar fýra við seks stigum.
Í morgin klokkan 14 spæla Pætur Mikkjalsson, Pauli Mittún og liðfelagarnir í Team Sydhavsøerne dyst á útivølli móti Odder.
##med2##