Aftaná 0-0 javnleikin á Skála millum Skála og AB fekk Tróndur Arge orðið á tann nýggja høvuðsvenjaran hjá Skála, Paula Poulsen. Tróndur prátaði eisini við Nikolaj Eriksen, sum er partur av venjaratoyminum hjá AB.
Pauli Poulsen viðgekk, at dysturin ikki hevði eitt stórt undirhaldsvirðið, men hann legði stóran týdning í, at Skála fekk stig í hesum dystinum.
Nikolaj Eriksen var nøgdur við, at AB megnaði at halda frástøðuna til Skála á stigatalvuni, og trýr uppá, at AB kann yvirliva í effodeildini.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tað, sum Pauli Poulsen og Nikolaj Eriksen søgdu við Trónd Arge aftaná dystin.