Pauli søkir date

Ungi føroyski kongaligi lívverjin hevur onga damu at taka við sær á veitslu, og leitar nú á Facebook.

Ungi hósvíkingurin Pauli Sømark fór fyrr í vetur niður at gera hertænastu og endaði í kongaligu lívverjuni, ella garduni.

 

Nú er hann og aðrir so fluttir fram úr rekruttunum upp í garduna, og tað skal hátíðarhaldast við eini stórari veitslu, Blå Fest, á Hotel Raddison Blu í Odense 5. mars. 

 

Men hvat, Pauli Sømark er føroyingur, er í hertænastu og hevur tí ikki serliga nógvar vinir uttan fyri herin. Tí hevur Pauli Sømark onga gentu, sum er nátúrligt at bjóða til eina slíka veitslu. Hann hevur tí ikki gjørt mætari enn at lýsa á Facebook-vanga sínum eftir eini gentu, sum hevur hug at koma við sær á veitslu.

 

Einasta kravið er, at gentan hevur ein gallakjóla og ein cocktailkjóla, sum tú kanst lata teg í út á kvøldið. Alt er goldið framman undan.

 

- So um tú ert ein genta, við opnum sinni og einum leysum smíli, sum hevur hug at koma við mær á gallaveitslu, ert tú vælkomin at senda mær eini boð her á Facebook, har tú fortelur mær eitt sindur um teg sjálva og sigur mær, hví eg skal taka júst teg við mær á veitslu.