Hann stillaði upp fyrstu ferð á kommunuvalinum í 2004 og varð valdur við 43 atkvøðum. Á valinum í 2008 fekk hann 88 atkvøður, og á kommunuvalinum hesaferð fekk hann ikki minni enn 140 atkvøður og gjørdist soleiðis fyrst valdur í bygdarráðið í Vestmanna kommunu.
Borgarstjórin í Vestmanna kommunu seinastu átta árini, Karl A. Olsen, fekk sum næst fyrst valdur á kommunuvalinum í gjár 126 atkvøður.
Roynir at vinna
Pauli T. Petersen vísir á, at í Vestmanna kommunu var ein listi til kommunuvalið hesaferð.
- Tá tú stillar upp, roynir tú sjálvsagt at vinna. Tað gjørdi eg eisini hesaferð, og eg fekk eitt sera gott val. Nú fara vit at tosa saman um, hvussu vit skulu skipa okkum, og vit fara eisini at leggja eina skrá fyri, hvussu kommunan skal rekast tey næstu fýra árini.
Spurdur, um hann fer at stíla eftir borgarstjórasessinum, nú veljarar hava víst honum so stórt álit, sigur Pauli, at sjálvur borgarstjórasessurin er ikki tað, sum er mest avgerandi fyri hann.
- Mest avgerandi er, at kommunan verður rikin væl og skynsamiliga, fólkinum at gagni.
Karl dugnaligur
Pauli T. Petersen heldur, at Karl A. Olsen hevur verið ein góður borgarstjóri.
- Karl hevur roynst ógvuliga væl. Hann er skilagóður og dugnaligur, sigur fyrst valdi bygdarráðslimurin í Vestmanna kommunu.
Pauli útilokar kortini ikki, at hann tekur við borgarstjórasessinum, um tað stendur honum í boði.
- Alt hetta fara vit at tosa um, nú vit fara at seta okkum saman, sigur fyrst valdi kommunustýrislimurin í Vestmanna kommunu.