Í mentabýnum Holsterbro í Danmark stendur ein standmynd av eini kvinnu á einum vogni. Alberto Giagometti hevur gjørt »kvinde på kærre«, og standmyndin er hundrað milliónir krónur verd. Hetta seinasta vita nógvir tjóvar. Og tað hevur havt við sær, at boks er gjørd undir jørð, har Maren o æ woun, sum standmyndin verður nevnd millum fólk, verður goymd hvørja einastu nátt.
Fyri at tað skal vera meiri heiðurligt, tá hon verður tikin upp úr jørð um morgnarnar skrivaði Holsterbro kommuna út kapping, har teir heittu á tónaskald kring allan heim at gera henni eitt lag at vakna og sovna til. Einasta kravið var, at klokkuspælið hjá kommununi verður brúkt, og so var eisini ætlanin, at tónleikur skuldi skrivast til messingblásarar.
42 boð
Heili 42 boð komu inn frá ymiskum londum, har tónaskald góvu síni boð uppá, hvussu Maren o æ woun skuldi vekjast.
Endin gjørdist, at millum hesi 42 innkomnu verkini, valdi Holsterbro verkini hjá føroyinginum, Paula í Sandagerði, sum nú skuldi eiga tónarnar hvønn morgun klokkan 9, tá standmyndin kemur upp úr sínum varda bústaði undir jørð, og hvørt kvøld klokkan 21, tá standmyndin verður lorað niður aftur.
Inspirtatión í mynd
Men hvussu gjørdi Pauli í Sandagerði tónleikin, sum donsku dómararnir kalla vakran, karakteristiskan og stemningsfullan, umframt, at tónleikurin verður sagdur at anga av Italia, haðani Alberto Giagometti er.
– Eg fekk eina mynd av standmyndini, og royndi síðan at ímynda mær, hvussu lívið hjá standmyndini er. Síðani royndi eg at gera hetta til tónleik, soleiðis, at hann bæði bleiv fólksligur og modernaður, fortelur Pauli í Sandagerði.
Hann leggur afturat, at grundgevingarnar, sum vórðu lætnar í samband við tónleik hansara onkursvegna kunnu kennast sum eftirrationaliseringar, so fegnast hann, at hann hevur rakt kenslurnar, sum hann hevur.
Eitt herðaklapp
Lønin fyri verkið er í krónum 25.000, men hetta metir Pauli í Sandagerði ikki sum størstu virðislønina.
– Fyrst og fremst eri eg fegin um, at eg havi fingið eitt herðaklapp uttanfyri Føroyar fyri mítt arbeiði, har eg altíð hav fylgt mínum egnu hugsanum, og ikki havi funnið meg í tí, sum onnur hava sagt, sigur Pauli í Sandagerði.
Hann leggur afturat, at hetta er gott fyri sjálvsálitið, tí álitið á hann ikki altíð hevur verið so stórt millum serliga tónleikarar í Føroyum.
Nógvar bóltar
Umframt hetta seinasta herðaklappið til føroyska tónaskaldið, hevur Pauli í Sandagerði rættiliga fitt um oyruni fyri tíðina.
– Í morgin komi eg til Føroyar, har vit fara at hava konsert við Cantabile, men so eru eisini aðrar ætlanir í Vejle, her eg búgvi, har eg millum annað havi skrivað tónleik til eitt nýtt mentannarhús í býnum, greiðir Pauli í Sandagerði frá úr Danmark.