Pauli Trond Petersen, Tjóðveldi, limur í fíggjarnevndini, helt eina røðu, sum var fylt við politikki, tá ið fíggjarlógin var til viðgerðar fyrrapartin.
Hann rósti samgonguni fyri at hava sett sær høg mál og fyri at hava megnað at vent gongdini í samfelagnum.
-Vit hava viljan, styrkina og treysti at reka okakra politikk og gjøgnumføra hann, segði Pauli Trond Petersen.
Hann fanst at, at gamla samgongan hevði sett eina skeiva kós og siglt á eitt sker. Skútan fór at leka, men samgongan gav bert manningini ein fingurbolla at oysa við.
-Hetta gjørdi sjálvandi ikki mun, men tá ið hendan samgongan tók við gekk betur. Amboð vóru latin manningini og skútan kom á flot aftur, segði hann.
Hann segði eisini, at fólk nú flyta heimaftur og tað er samgonguni fyri at takka.
Tá ið nevnt var, at fólkaflytingin byrjaði í januar so segði hann, at tá vistu fólk at val var í ár og tí fluttu tey heimaftur.
Spurdur um hann heldur tað er gott, at raksturin veksur við 200 milljónum krónum, svaði hann, at tað helt hann ikki, men hinvegin heldur hann, at fíggjarlógin eigur at vísa røttu tølini.