Pauli Mittún og liðfelagarnir í Team Sydhavsøerne høvdu í kvøld torføran útidyst á skránni í næstbestu donsku hondbóltsdeildini á útivølli móti oddaliðnum, Grindsted.
Tað eydnaðist Grindsted at vinna dystin 27-24. Í steðginum vóru tað tó suðuroyggjamenn, ið vóru á odda 13-12.
Pauli skoraði trý mál í kvøld.
Komandi sunnudag klokkan 14 verður føroyingauppgerð í Køge. Tá taka Julian J. Kragesteen og liðfelagarnir í Køge móti Team Sydhavsøerne á heimavølli.
Nú bert tríggir dystir eru eftir hevur Team Sydhavsøerne fýra stig upp til triðja plássið, ið gevur rætt til at spæla Play Off dystir um uppflyting.
Støðan:
| Nummar | Lið | Dystir | Stig |
|---|---|---|---|
| 1 | Grindsted | 23 | 38 |
| 2 | HC Midtjylland | 23 | 36 |
| 3 | HØJ | 23 | 35 |
| 4 | Skive | 23 | 33 |
| 5 | Team Sydhavsøerne | 23 | 31 |
| 6 | Aarhus HC | 23 | 30 |
| 7 | Tønder | 23 | 29 |
| 8 | FIF | 23 | 18 |
| 9 | Rækker Mølle | 23 | 18 |
| 10 | Odder | 23 | 17 |
| 11 | HC Odense | 23 | 13 |
| 12 | Skovbakken | 23 | 10 |
| 13 | Vendsyssel | 23 | 8 |
| 14 | Køge | 23 | 6 |











