Pauli og Helgi vunnu grannauppgerð við dramatiskum endaspurti

Kristiansand var aftanfyri 30-31 tá tveir minuttir vóru eftir, men endaði við at fara við øllum

Í kvøld var suðurlands-grannauppgerð í bestu norsku hondbóltsdeildini millum liðið hjá Paula Mittún og Helga H. Hoydal, Kristiansand, ið á heimavølli tók móti Arendal.

 

Tá tveir minuttir vóru eftir var Arendal á odda 31-30, men seinastu tveir minuttirnar eydnaðist Kristiansand at skora tvey mál uttan at fáa nakað mál ímóti sær.  Kristiansand skoraði sigursmálið tá 41 sekund vóru eftir, og tað eydnaðist at yvirliva seinasta álopið hjá Arendal, og so kundu kristiansandsbúgvar stórfegnast um at senda Arendal heim við ongum. 

 

Í steðginum var Kristiansand á odda 17-16, og tað leikaði javnt á allan dystin.

 

Pauli skoraði fýra mál, og Helgi skoraði eitt mál fyri Kristiansand í kvøld. 

 

Kristiansand er nummar fimm í deildini við 10 stigum. Seks stig eru upp til oddaliðið, Kolstad sum hevur 16 stig.

 

Komandi sunnudag spælir Kristiansand á útivølli móti Drammen, ið er næstfremst í deildini við 12 stigum.