Gongdin er ikki tann besta hjá liðnum hjá Paula Jacobsen, Cherbourg í næstbestu fronsku hondbóltsdeildini.
Í kvøld var Cherbourg fyri greiðum tapi á heimavølli fyri Saran.
Í fyrra hálvleiki gekk væl hjá Cherbourg, ið var á odda 14-12 í steðginum. Men í seinna hálvleiki gekk av skriðuni, og endin var, at Saran vann greiðan 33-25 sigur.
Ivah Gautier vardi málið hjá Cherbourg størsta partin av dystinum. Pauli sum hevur verið uttanfyri við skaða í nakrar vikur slapp tó at verja málið í løtum. Pauli bjargaði tveimum av átta málroyndum hjá Saran, tá hann var á vøllinum.
Cherbourg liggur fimtaftast í deildini við níggju stigum. Cherbourg hevur seks stig niður til niðurflytingarstrikuna.
Seinasti dysturin hjá Cherbourg í hesum árinum verður á heimavølli komandi mikukvøld. Tá kemur Massy Essonne á vitjan.
Eftir tað verður steðgur fram til 3. februar, tí HM-endaspæl er í Pólandi og í Svøríki í januar.