Hósdagin 25. sept. verður pápabeiggi mín Pauli 70 ár. Hann er sonur Jógvan á Posthúsinum á Tvøroyri og Sannu Djurhuus, dóttir Niclas Djurhuus, lærara í Sumba.
Pauli var útlærdur telegrafistur í Keypmannahavn og arbeiddi sum so á Loranstøðini í Vági 1957-59. Hann var ein av fýra, ið hevði samdøgursvakt á Eggjunum, og síðan tvey samdøgur frí.
Eingilsmenn bygdu tríggjar Loranstøðir (Loran (Long Range) yvir langan avstand) undir seinasta heimsbardaga, ið virkaðu saman. Ein stóð á Hebridunum, ein í Íslandi og Masterstøðin stóð á Eggjunum í Føroyum. Signalir frá øllum trimum støðunum kundu eingilsk burmbuflogfør nýta í einum Loranmóttakara, tá ið bumba var yvir Týsklandi. Allieraðu skip nýttu eisini Loranmóttaka.
Pauli fór á súkklu klokkan fimm á morgni til Øravíkar. Síðan gekk hann yvir fjøllini og var í góðari tíð, tá ið jeepurin kl. 8 koyrdi avloysaramannskapið niðan á Eggjarnar.
túrurin fekk sama veg heimaftur til súkkluna í Øravík.
Pauli og eldri beiggin Arni leiktu fótbólt saman við TB. Arni hevði í 1955 og 1957 leikt á føroyska landsliðnum móti Hetlandi og gjørdi fimm mál.
Arni arbeiddi á posthúsinum á Tvøroyri, og hann og pápin stóðu fyri Tvøroyrar Bio. Av og á, tá ið bar til koyrdi Pauli maskinuna í biografinum. Sunnukvøld og til veitslur í Tvøroyarar klubba leiktu Arni og Pauli við »Stjørnuni«. Arni á saksofon og violin, Pauli á klaver. Tá ið beiggjarnir saman við Groth Larsen, Heina Nygaard (báðir harmonika) og Sólbjørn Olsen á trummum, spældu »Evergreens« frá 1940-50 og í 1960-unum, var dansurin góður í Tvøroyrar klubba.
Pauli var 19 ára gamal á TB fyrsta liði 1958, tá ið hann gjørdi trý mál móti hetlendska liðnum frá Scalloway, sum vitjaði Tvøroyri. VB skuldi til Sandgerði í Íslandi í 1958 at leika fýra dystir. Teir møttu Kauer (Reykjavík), Týr (Vestmannaoyggjar) og tveir dystir móti Sandgerði. VB bjóðaðu Merwin, Poul Juhl, Arna og Paula frá TB við til Íslands. Arni fekk ikki frí frá Posthúsinum, men tríggir TB-arar saman við VB fingu rímuliga góð úrslit og ein óføra góðan túr, har teir eisini vitjaðu presidentin Asgeir Asgeirsson á Bessastøðum, har konan serveraði sodavatn.
Fótbóltslandsdystir vóru leiktir annaðhvørt ár móti Hetlandi - skiftivís í Lerwick og í Havn. Fyrsti landsdystur fyri Føroyar gav ÍSF eina silvurnál til leikaran. Fimm dystir (yvir nógv ár) gav leikarunum eina gullnál.
Arni var altíð vinstri vongur á TB-liðnum og eisini á landsliðnum, tó hann var ikki lámur - kundi skjóta líka kraftigt við báðum beinum. Pauli segði, at Arni við sínum kraftigu skotum altíð skuldi skjóta fríspark og straffispark.
Ólavsøkudag 1959 leiktu báðir TB-brøðurnir á landsliðnum móti Íslandi. Tað var fyrstu ferð Føroyar møtti Íslandi í fótbólti við landsliðnum. Ísland vann 5-2. Um teir høvdu vunnið við einum máli á muni, hevði tað verið meira rættvíst, meinti Pauli, sum gjørdi seinasta málið í dystinum.
Sama summar var leikt í Lerwick móti hetlendska landsliðnum. Tá vóru fýra leikarar frá TB við. Fyri uttan Arna og Paula vóru Merwin Dimon (3 landsdystir) og Thorbjørn Djurhuus (fyrsti landsdystur). Føroyar vunni 4-1. Pauli gjørdi tvey mál.
Seinastu ferð Arni og Pauli leiktu á landsliðnum var í Havn í 1961 móti Hetlandi. Føroyar vunnu 6-1, og vunnu Sir Adam Skjildri til ognar, aftaná 10 dystir og umleið 20 ár.
Tann dagin gjørdi besti leikari hjá HB, Eivind Dam, 5 mál av teimum 6 ímóti Hetlandi.
Arni og Pauli vóru við TB-liðnum 1958-1961, tá TB vann steypadystin um Isafjarðarbikari.
Pauli arbeiddi á Tórshavn Radio 1961-62. Annars sigldi hann sum telegrafistur við D.F.D.S.-skipum á Suður-norðuramerika og á Miðalhavinum.
Hann møtti fyrstu ferð konu sínari, donsku sjúkrasystrini, Minnu Laursen (bóndadóttir úr Bjergsted á Sælandi) yvir reyðar pylsur á Sjómansheiminum í Havn í 1961. Hon leikti tá hondbólt við TB.
Elsti bróður Arna og Paula, Andrias, arbeiddi sum juristur í táverandi Grønlandsministerii og hevði arbeitt hjá landshøvdinginum í Grønlandi. Hann elvdi Paula og Minnu at arbeiða tvey ár í Grønlandi uttan feriu og tjena skattafrían pening í Danmark. Tey slógu til. Hon var sjúkrasystur og hann telegrafistur tvey ár í Godthåb (Nuuk).
Minna og Pauli blivu gift 25. sept. 1965 í Bjergsted kirkju, har Minna var doypt og fermd.
Pauli bleiv lærari frá Haslev Læraraskúla og virkaði sum lærari í Næstved, men flestu árini var hann lærari í Kalundborg.
Pauli ynskti at uppliva Føroyar eina ferð enn, nú sum lærari. Hann fekk farloyvi frá Kalundborg og 1988-89 var hann læraravikrur í Sandavági. Í 1989-90 var hann vikarur í Nólsoy, har hann frá faðirs síðu ættaði frá.
Pauli fortaldi, at tað var eitt stórt upplivilsi fyri hann at møta lærarum og børnum og nógvum vinarligum fólki á báðum støðum.
Hann kom at kenna fleiri, tá ið hann sang sum tenorur í Vágakórinum og árið eftir í Nólsoyarkórinum. Bæði ár sang hann eisini við í Føroyakórinum til fleiri konsertir.
Pápi mín, Arni, sum nú búi í Havn, vitjaði ofta Paula bæði í Sandavági og seinni úti í Nólsoy, har teir hugnaðu sær og ofta vóru á seiðabergi saman.
Í Havn fekk hann altíð frá Arna og mær tann føroyska matin honum best dámdi.
Tá ið Jóansøka annaðhvørt ár var á Tvøroyri, kom Pauli altíð frá Danmark at afturvitja ætt, familju og vinir. Minna var honum ein góð kona. Tey fingu tríggjar døtur og ein son. Øll eru tey vaksin og komin gott í veg.
At Pauli eisini var Minnu ein góður maður, kunnu vit øll skriva undir uppá. Hann fekk uttan »himpr« lov at vitja Føroyar, meðan Minna arbeiddi á Kalundborg sjúkrahúsi og tók sær av børnunum.
Men pauli og børnini, familjan, hevði ta sorg, at Minna alt árið 2007 kemapi móti krabbameini. Hon doyði 13. des. 2007.
Hon var jarðað frá Bjergsted kirkju og kom at liggja í kirkjugarðinum har við síðuna av hennara foreldrum. Gravsteinur er settur yvir Minnu, har eisini er gjørt pláss til Paula.
Pauli følir seg heima í húsinum í Kalundborg. Síðan 1990 var hann fastur motet kórsangari í Vor Frue kirke í Kalundborg, men aftaná september er hann ikki fastur kórsangari meira, men kemur framyvir at syngja í kórinum tll høgtíðirnar.
Hann fær ofta vitjan av børunum við familju á Lærkebakken, har hann og lítli hundurin búgva.
Leygardagin 27. sept. heldur Pauli føðingardagin á Gisseløre resteration fyri innbodnum gestum. Familja og vinir ynskja tær tillukku góði Pauli.
Anna