Pauli Ø. Mohr nýtt met á 50 metrum

Pauli Øssursson Mohr úr Fuglafirði, ið svimur fyri Fuglafjarðar Svimjifelag, setti leygardagin nýtt føroyskt met í 50 metrar frísvimjing. Tíðin var 23.96 sekund. Hetta roysnið framdi Pauli Ø. Mohr í Vági, har svimjikapping var farna vikuskiftið. Samstundis hevur Pauli Ø. Mohr kvalifisera seg til Oyggjaleikirnar ið verða á Álandi í summar.

 

Kristian Olsen úr Klaksvík hevur átt metið eina tíð, men mátti síggja tað sligið av Paula Ø. Mohr um vikuskiftið.