Pauli Mittún: Ikki tað lutakastið vit høvdu vónað

Málsetningurin er at fáa stig, men tað verður torført, staðfestir Pauli Mittún um EM-bólkin hjá Føroyum

Noreg, Slovenia og Póland í EM-bólki D í Berlin. Soleiðis háttaði EM-lutakastið hjá føroyska manslandsliðnum í hondbólti seg. 

 

11. januar: FØROYAR - Slovenia

 

13. januar: FØROYAR - Noreg

 

15. januar: FØROYAR - Póland

 

Um lutakastið sigur Pauli Mittún: - Hetta er ikki tað sum vit vónaðu, men heldur ikki tað vit vóru mest bangnir fyri, men heldur eitt millumting. Misskil meg ikki, tað verður óvanliga ringt at taka stig frá øllum trimum liðunum í bólkinum, men vit fara eftir at fáa eitt so gott úrslit sum gjørligt, slær Pauli fast í stuttari viðmerking til in.fo.