Pauli Larsen 65 ár

Í dag, mikudagin 28. desember, verður Pauli Larsen á Tvøroyri 65 ár. Pauli er annar av skiparunum á Smyrli.

Pauli vaks upp í Porkeri. Foreldrini vóru Esbern Larsen, sum var ættaður úr Famjin, og Kathrina, fødd Øster, og úr Porkeri. Tey fingu átta børn: Dánjal, sum býr í Havnini, Sanna í Keypmannahavn, Karin Elisa í Havnini - hon doyði í 1997, Sonja í Havnini, Pauli, Kaj í Keypmannahavn, Dánjal Johan í Porkeri og Hansina, sum býr í Keypmannahavn.
Pauli hevur verið skipsmaður so at siga alla sína tíð. Í 1956 fór hann við Ósá, sum Sofus Bech í Porkeri førdi. Hann var við honum í tvey ár. So sigldi Pauli við eitt nú við Suðurland, og so var hann fleiri ár við trolarum. Hann var við íslendingum og týskarum, og hann sigldi við Vágbingi og Magnusi Heinasyni.
Fyrsta skipið, sum Pauli førdi, var sluppin Jóhanna. Hetta var í 1966, og Pauli førdi hana teir báðar seinastu túrarnar, hon var í vanligari vinnu. Seinni hava vágbingar syrgt fyri at varðveita hana í uppruna sniði.
Pauli fór upp á skúla í Havnini í 1965. Í 1966 leyk hann skiparaprógv, í 1968 stýrimansprógv, og í 1970 var hann liðugur sum skipsførari, og næstu árini sigldi hann sum stýrimaður og skipari hjá DFDS.
Seinastu fjórðings øldina hevur Pauli verið á føroyskum kjøli. 1981-88 var hann skipari á Lómi. So fór hann at sigla við Strandfarðarskipum Landsins. Okkurt skifti var hann við Teistanum, men nógv mesta partin av tíðini hevur hann verið umborð á Smyrli, sum hann eitt stutt skifti í 1980-81 eisini var við.
Nógvu tey seinastu árini hevur Pauli, sum er stillførur og hóvligur, verið skipari á Smyrli. Skoðsmálið, sum hann fær frá teimum, ið sigla saman við honum og eru ferðafólk umborð, er, at hann røkir sítt arbeiði ógvuliga væl, og fyri suðuroyingar hevði tað ikki einki at siga, at tað var Pauli, sum stóð á brúnni, tá ið fimti Smyrilin kom úr Spania og stevndi inn á Trongisvágsfjørð.
Pauli fann sær konu úr býlinginum úti á Bø í Froðba. Jonna fødd Vang var sjúkrasystir. Tey bygdu á Torvheyggi, og tey eiga fýra børn: Malan, Eyðbjørn og Bárður, sum øll búgva í Havnini, og Durita sum býr í Keypmannahavn. Pauli eigur fýra abbabørn. Fyri Paula og alla familjuna var tað dygt slag, tá ið Jonna í 1996 doyði av herviligari sjúku.
Sum so mangir aðrir porkeningar, so er Pauli nógv upptikin av seyði og seyðahaldi. Í frítíðini sæst hann ofta á trøðni kring húsini og í haganum í Porkeri, har hann hevur seyð saman við einum yngri beiggja.
J