Pauli Jarnskor skal venja ÍF

Komandi tvey árini verður Pauli Jarnskor venjari hjá ÍF, har hann skal royna at toga liðið upp aftur í fremstu mansdeildina

 

Fótbóltur


Um vikuskiftið varð avgjørt, at Pauli Jarnskor komandi tvey árini skal verða venjari hjá ÍF.

Fyri Sosialinum váttar Pauli tíðindini, og sigur harumframt, at nýggja avbjóðingin so sanniliga er nakað, sum hann gleðir seg til at royna.

- Hetta er so at siga eitt nýtt kapittul fyri mítt viðkomandi. Eg havi verið við leingi sum spælari, men hetta verður so fyrstu ferð, at eg sleppi at royna meg sum venjara, og tað gleði eg meg til.

- Eg havi onkuntíð hugsa um hetta, og eg helt eisini, at tað var rætt av mær at royna hetta, nú eg hevði møguleikan, svarar Pauli, tá vit spyrja hann um orsøkina til hetta.


Málið er gull

Tá vit spyrja hann, hvørjar ætlanir hansara við ÍF eru, er Pauli skjótur at svara:

- Tað er at vinna deildina. Eg royni í hvussu so er altíð at seta høg mál, og hetta verður einki undantak í so máta. So er bara at vóna, at tað eisini ber til at røkka hesum.

Hvørt hann sjálvur fer at spæla við, hevur Pauli enn ikki gjørt av, men hann vónar tó, at hetta fer at bera til.

- Tað veldst alt um, hvørt eg fái nakran hjálparvenjara afturat mær. Fái eg tað, er hetta so als ikki óhugsandi. So hevði eg eisini kunna vunnið gull við aðru deild, sigur Pauli at enda.

Við hesum seinasta sipar Pauli til, at hann higartil hevur vunnið gull í 1. og 3. deild. Á besta GÍ liðnum hevur talan verið um 11 heiðursmerki, tey 19 árini hann hevur verið á liðnum. Harumframt varð talan eisini um gullmerki í 3. deild í 1988, tá Pauli spældi nakrar dystir á liðnum seinasta partin av árinum, eftir at hann hevði verið uttanfyri vøllin við beinbrotið í hálvt ár.