Pauli Jacobsen læsir málið!!! Føroyar - Spania beinleiðis á FM1

Hilmar Jan Hansen sigur beinleiðis frá á FM1 - Eru frammanfyri 27-22 við fimm minuttum eftir

Føroyska U17 landsliðið hjá dreingjum spælir í hesu løtu ímóti Spania í European Open kappingini.

Spania er sterkari mótstøða enn Norra fyrrapartin, men Føroyar vísa seg framvegis fram á besta hátt.

Føroyar tóku eitt nú eina trýmálsleiðslu aftur, og legði seg á odda tíðliga í fyrra hálvleiki ,men Spania hevur verið á odda fyri tað mesta og er eisini á odda 16-15 í hálvleikinum.

Miðskeiðis í seinna hálvleiki tekur Pauli Jacobsen størstu bjargingarnar fram og rætt og slætt læsir málið. Tað er 26-22 til Føroyar. Góðir fimm minuttir resta í.

FM1 hevur Hilmar Jan Hansen á staðnum, ið sigur beinleiðis frá dystinum saman við Helga Hildarsyni Hoydal.

FM1 sigur frá restini av dystunum í kappingini. Skráin við at trýsta HER